Tíðindi og kunngerðir

27-05-2010

Prísurin á gomlum jarni høgur í løtuni

Fyrst í 2009 vóru prísirnir fyri jarn og metal at endurvinna sera lágir, men teir hava kvinkað uppeftir síðani, og seinast í 2009 vóru teir á vanligum støði. Í vár eru teir hækkaðir upp aftur meira. IRF bjóðar í løtuni 60,- kr fyri rúmmeturin av gomlum jarni.

IRF tekur ímóti jarni á Umlastingarstøðini á Gjánoyri. Støðin varð umvæld fyri meira enn 5 mió kr í 2009. Støðin kann goyma eini 4000 m3 av jarni og metali, sum verður sent av landinum við leigaðum skipi til endurvinning. Harafturat tekur støðin ímóti køliskápum og frystiboksum; tilfari, sum skal brótast sundur, áðrenn tað verður brent; og burturkasti, sum skal tyrvast.

29-04-2010
Send skjalið
Tíðindi
 
IRF - Telefon: 41 42 43 - Telefax: 41 42 44 - Postboks 39 - FO-520 Leirvík - irf@irf.fo